Tað verður ein heilt nýggjur bólkur, ið spælir til dans í VB Húsinum í kvøld. Bólkurin kallast Ergo Talan er um bæði royndar og minni royndar tónleikarar, ið manna bólkin Ergo. Sunrid Kjærbæk er ung sangarinna, og prógvaði m.a. tá Pakkhús 4 lat upp á Tvøroyri, at dugur er í henni, og hon syngur í bólkinum Ergo.
Bólkurin spælir blandaðan tónleik og spælir eisini tað, ið er frammi nú.