Nýggjur býlingastjóri í SMS

Mánadagin 4. desember byrjar Kitty May Ellefsen sum býlingastjóri í SMS í Havn.

Kitty May er 38 ára gomul, fødd í Miðvági og býr Havn.
 
Hon hevur lisið vinnuløgfrøði ella cand merc (jur) á Handilsskúlanum í Keypmannahavn. Ein útbúgving sum er samansett av vinnulívsrætti og vinnubúskapi. Í sambandi við útbúgvingina búði hon 6 ár í Keypmannahavn.
 
Eisini hevur hon lisið eitt ár í Aberdeen, har hon tók Master of Law útbúgving í altjóða vinnulívsrætti, umframt at hon hevur lisið leiðslu á Robert Gordon í Aberdeen.
 
Hon hevur undirvíst á Fiskivinnuskúlanum í marknaðarføring og í roknskaparlæru, altjóða búskapi og vinnulívsrætti á Handilsskúlanum í Havn.
 
Til 1. desember hevur hon starvast á Menningardeildini í Vinnumálaráðnum.
Ábyrgdarøkið í Vinnumálaráðnum hevur verið samanlegging av Menningarstovuni og Ferðaráðnum og vinnulóggávan, sum arbeitt verður við at dagføra.
 
Hon hevur verið forkvinna í arbeiðsbólkinum, sum landsstýrismaðurin hevur sett at einskilja P/F Atlantsflog og P/F Føroya Lívstrygging og forkvinna í strategibólkinum 2015 um íverksetan.
 
Kitty May Gift við Óla M. Hansen stjóra í P/F Fjarðahús. Børnini eru fýra í tali:
 
Emmy 15 ár, Ronja 10 ár, Jana 8 ár og Jens Eli 2 ár.