Nýggjur býarpartur í framtíðini

Tað hevur verið trupult hjá Klaksvíkar kommunu at útvega nóg nógv grundøki til tey byggihugaðu. Men nú er broyting við at koma í.

Á Norðoyri er ein minni útstykking í gongd við íalt 15 grundøkjum, men eisini aðrastaðni í býnum verður arbeitt við somu ætlanum.

Uppi á Fossum er ætlanin snøgt sagt at gera ein heilt nýggjan býarpart á einum øki, ið strekkir seg frá Vágsá og suður ímóti vatnbrunnunum.

Umframt bústaðarbygging av ymiskum slagi er ætlanin somuleiðis at ein skal kunna hava bæði handlar, stovnar og annað á hesum staði.