Kirkjuráðið í Árnafjarðar kirkju hevur í longri tíð havt ætlanir um at fáa nýggjan altardúk, av tí at tann áliggjandi vegna aldur var nógv slitin.
– Tann dúkurin, sum vit hava havt í fleiri ára tíggju, er ein dúkur, ið flestu kvinnur, sum um tað mundið búðu í Árnafirði, tá hann varð gjørdur, høvdu havt sín lut í at tilevna, sigur Marjun Lómaklett, sóknarprestur við heimasíðuna hjá fólkakirkjuni.
– Í desember 2019 heittu vit á Paulinu Eliasen á Syðradali og spurdu hana, um hon hevði møguleika fyri at gera okkum nýggjan dúk. Tikin varð avgerð um at velja henda, sum er ein av teimum nýggju dúkunum, ið hon hevur tilevnað og broderað. Hann er ein av teimum átta dúkunum, sum Paulina hevur í bókini, ið er ávegis at koma út, sigur Marjun Lómaklett.
Dúkurin er broderaður við krossstingum og hardangerseyming. Broderað er við gyltum, hvítum og ymiskum gráum litum. Sostatt hóska litirnir væl til litirnar í sjálvari altartalvuni í Árnafjarðar kirkju.
– Við atliti til myndevnið er tað eisini sera hóskandi at víga og taka altardúkin í nýtslu, nú tað stundar til hvítusunnuhátíðina, sigur Marjun Lómaklett.
##med2##
Dúgvan er ímynd av heilaga andanum, ið kemur á hvítusunnu, og hevur dúgvan, sum kemur av himni, gyltan kross í nevinum. Gylti liturin vísir á gullið, ið aftur ímyndar himmalsku dýrdina. Somuleiðis eru krossar ímillum dúgvurnar. Altarið er klætt við reyðum, sum ímyndar blóð Jesusar, og skínur tað út ígjøgnum broderaðu holini - eisini í krossinum, har Jesus leið deyðan fyri mannaættina.
30 fólk høvdu leitað sær í kirkjuna henda vakra morgunin.
Marjun Lómaklett vígdi nýggja altardúkin, deknur var Sigrid Jógvansdóttir, klokkari var Niels Andreasen, og urguleikari var Theodor Askham Olsen.
Í kirkjuráðnum í Árnafirði eru:
Gunvør Hansen
Sigrid Jógvansdóttir
Poul Eiden Muller
Theodor Askham Olsen