Mánadagin sjósetti KJ Hydraulik ein nýggjan alibát til Bakkafrost.
Hetta var nummar 30. alibátur hjá fyritøkuni og at kalla sami bátur, sum varð latin Íslandi herfyri.
Tað serliga við nýggjasta bátinum er, at maðurin, sum skal sigla bátin, fekk eisini fyrsta bátin, sum KJ Hydraulik gjørdi. Maðurin er Odvald Olsen, sum tá starvaðist í Sjólaksi.
Báturin verður væntandi latin Bakkafrost í næstu viku.
Ólavur A. Olsen, stjóri letur væl at virkseminum hjá fyritøkuni.
- At smíða alibátar og aliringar eru ein týðandi partur av virkseminum hjá okkum, og næstan allir aliringar, sum flóta, koma frá okkum, sigur Ólavur A. Olsen.









