Nýggjur Ace Ventua filmur møguliga framleiddur

Filmarnir Ace Ventura: Pet Detective og Ace Ventura: When Nature Calls komu út avikavíst í 1994 og 1995. Tað er tí meir enn tvey ártíggju liðin síðani Jim Carrey, sum hevði høvuðsleiklutin í filmunum, gjørdi setningin "Alrighty then" víðagitnan.

 

 

Nú er sannlíkt, at Morgan Creek Entertainment Group, ið framleiddi filmarnar, fer undir ein triðja í røðini. Hetta skriva amerikanski miðilin Deadline. 

 

 

Talan er ikki um at endurskapa filmarnar, men heldur at gera ein triðja Ace Ventura film, skrivar Deadline. James Robinson, ið stovnaði Morgan Creek Entertainment Group, sigur við miðilin, at verður ein nýggjur Ace Ventura framleiddur, so er altumráðandi, at tað er Jim Carrey, ið takkar ja til leiklutin sum Ace Ventura, tí leikluturin fer ikki til nakran annan sjónleikara.