Nýggjur aðalskrivari í Heimamissiónini

Høvuðsstýrið hjá Heimamissiónini hevur sett Vagn Foldbo úr Leirvík sum nýggjan aðalskrivara hjá Heimamissiónini. Hann tekur eftir ætlan yvir eftir Tom Skaale frá 1. mars

Vagn er í løtuni fyrstilærari við Eiðis skúla. Hann var liðugt útbúgvin lærari frá Føroya Læraraskúla summarið 1995. Eftir hetta arbeiddi hann eitt ár á Heimamissiónsforlagnum fyrst og fremst við Missiónssangbókini.

Árið eftir fekk Vagn lærarastarv við Eiðis skúla. Síðan summarið 1998 hevur Vagn røkt fyrstalærarastarvið í skúlanum.

Frá barnaárum av hevur Vagn verið virkin í Leirvík innan skótarørsluna og frá ungum árum í missiónshúsinum. Nú er Vagn limur í stýrinum, og er hann ein teirra, sum hevur ábyrgd fyri yngra sunnudagsskúlaflokkinum í húsinum.

Harafturat hevur hann regluliga havt møti og spælt undir til felagssang bæði í kirkju og til møti. Í nøkur ár hevði Vagn Leirvíkar streingjakór, og í nøkur ár sangkórið Trinitas, sum var mannað við fólkum úr Leirvík og bygdunum har um vegir.

Í síni frítíð hevur Vagn eisini tikið hond í uppgávur innan Bláa Kross, og í nøkur tíðarskeið starvaðist hann á Heimamissiónsskrivstovuni bæði í Leirvík og Nesvík millum annað sum blaðmaður á Trúboðanum.
Formaður í sangnevndini hjá Heimamissiónini var hann í eini fimm ár, og limur í Heimamissiónsforlagnum í tvey ár.

Vagn er 34 ára gamal, sonur Maritu, f. Tróndheim við Keldu í Leirvík, og Jóhan Chr. Foldbo av Toftum. Hann er giftur Sólrun, f. Christiansen, sum er sjúkrasystir og eisini úr Leirvík, tey eiga tvey børn - Kristinu, 6 ár og Ólivar, 3 ár.
Vagn fer í fyrsta umfari í farloyvi frá fyrstalærarstarvinum í eitt ár.
Ætlandi byrjar hann í aðalskrivarastarvinum 1. mars. Tá fer Tom Skaale í starvið sum missiónsskrivari - hálva tíð út frá Meinigheitshúsinum og hálva tíð á útimissiónsøkinum.
Í sambandi við aðalskrivaraskiftið verður móttøka í Leguhúsinum í Nesvík týsdagin 2. mars frá klokkan 16 - 18.

Kelda: Trúboðin