Níggjunda FM heitið er innanborða

Argjabáturin hevur verið støðugur og treiskur, hóast tað viðhvørt hevur verið væl longri millum sigrarnar, enn tað hevur verið í ár

Síðani Argjabáturin á Norðoyastevnu fór um málið nógvar bátslongdir frammanfyri hini 8-mannaførini hevur eingin ivi verið um, at FM heitið fór at enda á Argjum. Leygardagin vann Argjabáturin sætta av seks møguligum sigrum, og harvið varð FM heitið tryggjað. Hjartaliga tillukku við tí!

Hetta var níggjunda ferðin, at Argjabáturin vann FM heitið. Hini árini hava verið í 1991, 1992, 1994, 1995, 1997, 1998, 2000 og 2004.

Nú fæst at síggja, hvussu tað verður á Ólavsøku. Tað er ilt at ímynda sær annan vinnara enn Argjabátin, men tað kundi kanska verið meiri spennandi, enn tað hevur verið higartil í ár, um onkur annar bjóðaði av, enn bara teir, sum higartil hava róð í ár. Nú reglurnar eru broyttar, ber tað til at rógva á Ólavsøku, sjálvt um bátur ikki hevur luttikið í hinum róðrunum. Men tað skal nógv til hjá tí, sum ætlar at taka Argjabátin!

Eina ferð hevur Argjabáturin vunnið allar FM róðrarnar í einum ári. Tað var í 2000, tá ið tað vóru seks FM róðrar á skránni. Tá ið Argjabáturin vann FM seinast – tað var í 2004 – høvdu argjamenn vunnið allar róðrarnar, tá ið teir fyrireikaðu seg til Ólavsøku. FM heitið varð tryggjað longu frammanundan, men sjálvandi var tað vónbrot, at Kvívíkingur skuldi snýta Argjabátin í finaluróðrinum.

Argja Róðrarfelag varð stovnað í 1982. Argjabáturin luttók í kappingini millum 8-mannaførini hetta sama árið, og tað kann ikki sigast annað, enn at orðatakið, sum sigur, at tolin trívst, hóskar seg væl til Argjabátin.

Argjabáturin luttók á hvørjum ári, men tað bar illa til at sleppa framat FM heitinum, sum Oyndri, Kvívíkingur og Ørvur sum oftast tóku sær av.

Fyrsta sigurin yvirhøvur vann Argjabáturin á Ólavsøku í 1989 ella fyri tjúgu árum síðani. Annar sigurin varð vunnin árið eftir á Ólavsøku, og tá ið fyrsta FM heitið varð vunnið í 1991, vann Argjabáturin tvær ferðir – á Jóansøku og á Varmakeldu.

Síðani Argjabáturin vann FM í 2004 hevði hann fram til í ár ongan róður vunnið. Í fjør og í fyrraárið vann Heiðabáturin allar róðrarnar, í 2006 skiftust Ørvur og Knørrur, sum varð meistari, um at vinna, og í 2005 vann Nevið Reyða allar róðrarnar.

Higartil í ár hevur Argjabáturin verið suverenur. Tað hevur borið 9. FM heitið við sær, og á Ólavsøku fæst at síggja, um nakar fer at bjóða stórfavorittunum av.