Vágakórið fer í ár at skipa sínar jólakonsertir eitt sindur øðrvísi enn vanligt. Kórið fer at hava jólakonsertirnar í kirkjunum í Vágum sum níggjulestrar guðstænastur ?Teir 9 lestrarnir? er ein ensk guðstænastuskipan.Undir hesi guðstænastu verður sagt frá Guðs frelsissøgu við lestri úr Bíbliuni, sálmasangi, kórsatsum og tónleiki. Tað eru leikfólk, ið lesa teir níggju lestrarnar.
Vágakórið fer at hava fýra konsertir í teimum fýra kirkjunum í Vágum. Byrjað verður sunnudagin 6. desember, tá tvær konsertir verða hildnar. Tær verða í Miðvágs kirkju klokkan 16.00 og í Bíggjar kirkju klokkan 20.00.
Mánakvøldið 7. desember klokkan 20.00 verður konsert í Sandavágs kirkju. Og mánakvøldið 14. desember klokkan 20.00 verður konsert í Sørvágs kirkju.