Nýggju tilmælini hava avmarkaðar avleiðingar

Stjórar og leiðarar hava tikið atlit frammanundan

Tað hevur avmarkaðar avleiðingar fyri jólaborðhaldsvirksemið hjá matstovunum í Hafnia samtakinum, nú løgmaður í gjár boðaði frá, at tilmælini fyri jólaborðhald verða herd.

Orsøkin er, at stjórar og leiðarir hava longu frammanundan verið rættiliga pro-aktivir og hava givið tí ans, at koronusmittan framvegis er ein vandi, heldur Pætur Trónd Thomsen, stjóri á Hotel Hafnia.

Tað var á tíðindafundi í gjár, at boðað varð frá, at nú verður mælt til, at ikki fleiri enn 20 fólk savnast til hvørt jólaborðhald.

 

Men jólaborðhaldsmynstrini hjá gestunum eru longu broytt í ár í mun til undanfarin ár, og hetta ger stóran mun, sigur Pætur Trónd Thomsen.

– Vit síggja ikki tey heilt stóru jólaborðhaldini í ár, tí at stjórar og leiðarir hava verið rættiliga raskir at býta seg upp. Teir hava verið pro-aktivir og hava tikið fyrivarni frammanundan, sigur Pætur Trónd Thomsen, sum leggur aftrat, at tey ætla sær ikki at leggja seg út í, hvussu fyritøkurnar skipa seg til jólaborðhaldið, men at tey sjálvandi gera sítt, fyri at jólaborðhaldini kunnu haldast í tryggum umstøðum.

 

Vanliga plagar tað at vera so, at tey flestu jólaborðhaldini eru savnað kring seinasta vikuskifti í november og fyrsta vikuskiftið í desember. Soleiðis er kortini ikki í ár, sigur Pætur Trónd Thomsen, tí at jólaborðhaldini eru nógv meira spjadd út yvir fleiri vikuskifti.

– Tað plagar at vera øgiliga nógv fólk, sum eru úti júst hasi bæði vikuskiftini, og tað kann vera, at stjórar ikki meta tað vera ráðiligt at fara út við starvsfólkahópunum á somu tíð, sigur Pætur Trónd Thomsen.

At enda sigur Pætur Trónd Thomsen, at tey hava eisini varnast ein vøkstur í bíleggingum út úr húsinum, og hetta er uttan iva tí, at jólaborðhald kunnu haldast fyri seg sjálvi.