Ein tyrluvanlukka har suðuri í Afghanistan í morgun kostaði níggju útlendskum NATO-hermonnum lívið. Fýra onnur fólk, teirra millum tveir NATO-hermenn, fingu skaða. Reuters-tíðindastovan sigur frá NATO-keldum, at talan var um eina vanlukku, og at tyrlan bleiv ikki skotin niður.
Við hesum níggju hevur NATO mist í minsta lagi 529 hermenn í Afghanistan í ár, skrivar Casualties.org, og 2010 er sostatt eitt tað mest blóðuga, síðani kríggið í Afghanistan byrjaði fyri níggju árum síðani.