Níggju nýggir borgarstjórar

Av teimum 29 kommunum eru tað níggju, sum fáa ein nýggjan borgarstjóra í nýggja árinum.

Eftir kommunuvalið 8. novembur eru tað níggju kommunur, sum fáa nýggjan borgarstjóra 1. januar.

 

Í Fámjin eitur nýggi borgarstjórin Jóanis Lisberg. Hann tekur við eftir Eyðdis Ellendersen, sum ikki bleiv afturvald. Hon fekk líka nógvar atkvøður, sum seinast valdi bygdaráðslimurin, men tapti lutakastið.

 

Í Hovi tekur Jónsvein Hovgaard við eftir Delmar Tausen. Fyri fýra árum síðani fekk Delmar Tausen eina atkvøðu meiri enn Jónsvein Højgaard, men í ár fekk Jónsvein Højgaard tó tríggjar meiri enn borgarstjórin. Báðir hava tó mist nakrar atkvøður síðani seinasta val, Delmar Tausen fór úr 25 niður í 14 og Jónsvein Højgaard úr 24 niður í 17.

 

Í Hvalba fer Trúgvi Gudmundarson frá og nývaldi Jógvan Thomsen, sum hevði eitt metval, er nýggjur borgarstjóri. Trúgvi Gudmundarson verður sitandi í bygdaráðnum.

Brynhild Sørensen tekur við í Húsavíkar kommunu eftir Jákup Martin Sørensen. Hann stillaði upp aftur, men bleiv ikki afturvaldur.

 

Í Kvívík eitur nýggi borgarstjórin Heri Müller. Dánjal Petur Müller, sum var borgarstjóri, stillaði ikki uppaftur.

 

Í Hvannasundi avloysir ein kvinna eina kvinnu. Tað er Irdi Jacobsen, sum er nýggjur borgarstjóri. Katrin Næs var borgarstjóri, men stillaði ikki upp aftur.

 

Støðan er tann sama í Vága kommunu, har Eyðdis Niclasen tekur við eftir Rósu Samuelsen. Rósa Samuelsen gjørdist toppskorari á valinum í ár, men listin hjá Eyðdis vann valið og tí endaði hon sum borgarstjóri.

 

Í Sørvági tekur Aimé Jacobsen yvir eftir Suna Jacobsen. Eins og Rósa Samuelsen gjørdist Sune Jacobsen toppskorari á kommunuvalinum, men eisini har vann hin listin og tí gjørdist borgarstjórin ein annar.

 

Og so var tað Havnin. Í annaðkvøld verður Annika Olsen vald til býráðsformann, meðan Heðin Mortensen má taka til takkar við einum leikluti sum vanligur býráðslimur. Her gjørdist Heðin Mortensen bæði toppskorari og Javnaðarflokkurin størsti flokkur, so formliga er hann fyrst valdur býráðslimur. Hann helt seg eisini hava gjørt eina avtalu við sitandi býráðssamgongu um at halda fram valnáttina, men dagin eftir leyp Fólkaflokkurin frá avtaluni og stovnaði samgongu við Tjóðveldinum og Framsókn.

 

Fyrivarni skal takast fyri, at bygdaráðið í Fugloy ikki hevur skipað seg enn. Har gjørdist sitandi borgarstjóri Ammalia í Frammistovu, toppskorari, so væntandi verður hon borgarstjóri eisini komandi fýra árini.