í Sp/F Atlantic Biotechnology hevur avgjørt á aðalfundi at økja partapeningin við níggju milliónum krónum. Stovnarir felagsins eru Norcape Biotechnology AS (NO), Sp/F Innovent, Sp/F Mira og Framtaksgrunnur Føroya. Afturat hesum íleggjarum, hava nú eisini P/F Royndin og P/F SET gjørt innskot í felagið
Endamál felagsins er at menna biotøkniligar proteinúrdráttir úr rávøru frá fiskaframleiðslu. Arbeitt hevur verið við ætlanini síðani 2005. M.a. eru gjørdar royndarframleiðslur og greiningar av proteinúrdráttum úr ymiskum fiskasløgum. Í løtuni verða fyrstu vørurnar marknaðarførdar.
Í fyrstu atløgu er ætlanin at menna úrdráttir til fóður, meðan tað í framtíðini verður arbeitt fram ímóti at virka og selja úrdráttir til mat- og heilivágsídnaðin.
Framleiðsla av biotøkniligum úrdráttum úr fiskarávøru er vinna í støðugari menning grundað á serkunnleika innan fleiri vitannarøki: biotøkni, membrantøki, marknaðarviðurskifti v.m. Stórur dentur er tí lagdur á at byggja upp neyðug netverk og samstarv til tílíka framleiðslu.
Verkætlanin stuðlar undir øktari gagnnýtslu av fiskatilfeinginum, og gevur harvið hugtakinum ?burðardygg veiða? eitt betri vinnuligt grundarlag.
Avgerð um bygging av framleiðsluvirki verður eftir ætlan tikin innan 6 mánaðir, og framleiðsla kann tá væntast við ársbyrjan 2010.
Stovnarir felagsins eru Norcape Biotechnology AS (NO), Sp/F Innovent, Sp/F Mira og Framtaksgrunnur Føroya. Afturat hesum íleggjarum, hava nú eisini P/F Royndin og P/F SET gjørt innskot í felagið.
Eftir aðalfundin sita í nevnd felagsins: Sigurð í Jákupsstovu (formaður), Atli Rasmussen, Janet Fríða Johannesen, Alex Buvik og Eddy Georg Torp.
Stjóri í felagnum er Gestur Hovgaard.