Súni Olsen og Nenad Stankovic fóru í annað felag, og Símin Hansen og Evrard Blé vóru knýttir at hópinum. Tað var útskiftingin í spælarahópinum, sum Jógvan Martin Olsen stjórnar í hesum kappingarárinum.
Jógvan Martin Olsen sigur, at teir hava staðið seg væl í fyrireikingunum, og venjarin er væl nøgdur við teirra avrik í gjár.
– Teir vóru við í spælinum og stríddust væl. Ikki tí, teir skaraðu ikki burturúr. Allir røktu sína uppgávu til lítar, heldur venjarin.









