Brasilska fótbóltssambandið kannar nú, um talan var um avtalað spæl, tá Viana við einum 11-0 sigri á Chapadinha vann sær uppflyting. Viana skuldi vinna dystin við 11 málum, men níggju minuttir undan leikloki stóð bara 2-0 á talvuni. So kom annars gongd á, og við níggju málum seinastu minuttirnar gjørdist sigurin júst nóg stórur. Nú verður tó kannað, um hetta gekk fyri seg eftir bókini, ella um talan hesa seinastu løtuna var um avtalað spæl millum partarnar.
Tíðindi