Níggju lond vilja hava EM

Tað kom sera óvart á hondbóltsheimin, tá tað niðurlendska hondbóltssambandið fyrradagin boðaði frá, at tað tók seg aftur sum vertur fyri EM í kvinnuhondbólti, sum skal spælast í desember. Men tað merkir ikki, at kappingin er húsvill, tí longu nú hava níggju onnur lond sagt seg vera til reiðar at skipa fyri kappingini.

 

Aðalskrivarin í evropeiska hondbóltssambandinum, Michael Wiederer, skrivar á heimasíðuni hjá EHF, at sambandið er sjálvandi sera vónsvikið av boðunum úr Niðurlondum, men samstundis sera fegið um, at so nógv lond eru sinnað at yvirtaka kappingina.

 

Tey níggju londini, sum eru til reiðar at skipa fyri EM í kvinnuhondbólti í desember, eru Danmark, Noreg, Ísland, Svøríki, Kroatia, Pólland, Russland, Serbia og Slovakia.