Thomas Arabo
?????????
Tambaða heimastýrislógin
Atli Dam, sáli plagdi mangan at siga at heimastýrislógin kundi tambast so nógv at hon rakk líka at loysingini. Hann var eisini óførur at tamba hana. Undir hansara leiðslu rukku vit fleiri mál á sjálvstýrisleið, sum í fyrstu atløgu sóu ómøgulig út. Best minnast vit nokk undirgrundaravtaluna, eitt ótal av fiskiveiðusátmálum, ræðisrætt á flogferðsluni og so framvegis. So var tað tey tíðarskeiðini hann ikki sat í landsins leiðslu - tá var eingin at tamba hesa góðu lóg.
Sjálvstýrislógin á tapetið
Atli - realistur sum hann var - dugdi væl at síggja at skuldi samanhangur verða í sjálvstýristilgongdini, so máttu nýggir karmar gerast um samstarvið ímillum Danmark og Føroyar. Sostatt bleiv longu fyri 20 árum síðan eitt arbeiði byrjað at tilevna eina sokallaða sjálvstýris-lóg . Aðrir flokkar fylgdu eftir, og síðst í 90?unum høvdu vit eina heila bukett av slíkum lógum við ymiskum nøvnum. Mest líktust Javnaðar og Fólkafloksuppskotini. Tjóðveldisflokkurin hevði sum væntað einki uppskot innan ríkismark.
Fullveldislandsstýrið
Um Fólkaflokkurin vildi loysn á sjálvstýrismálinum, so skuldi tað verið so líka til, at hann í 1998 gjørdi samgongu við Javnaðarflokkin. Tað gjørdi hann ikki, men fór eftir Tjóðveldinum ístaðin. Endan á tí kærleikanum hoyrdu vit nú um dagarnar úr fólkatinginum ( ! ). Formaður tjóðveldisfloksins mundi mist oyrini, segði hann. Betur var um hann hevði brúkt tey betur nakað fyrr.
Spurningur um prioritering
Ein má gera sær greitt, at Fólkaflokkurin prioriterar fólkaflokspolitik framum sjálv-stýrispolitik. Teir hava ágrýtnar og málrættaðar politikarar, og meðan løgmaður í fullveldislandsstýrinum undirhelt varaløgmann og hansara fylgi við vøkrum orðum og rokfundum í Keypmannahavn, so blómaði fólkaflokspolitikkurin her heima. Niðurskurðurin í blokkinum var kanska ein máti at tvinga eitt komandi landsstýri inn í eina privatiseringsprosess. Eingin veit.
Nýggju lógirnar
Tað var gott at Sambandsflokkurin tók undir við nýggju lógunum. Skemtiligt at hoyra at sambandstingfólk hildu seg til føroyskar viðmerkingar, meðan tjóðveldisfólkini í Tinginum bara lósu danskt. Lógirnar eru nú samtyktar og okkara Landsstýrið er valt at umsita tær lógir, sum løgtingið samtykkir. Dómsvaldið dømir eftir løgtingslógum, og allar hesar undarligu útleggingarnar, ein sær, um nú løgtingið hevur lóggávumyndugleika ella ikki, eru tvætl.
Nú skulu lógirnar brúkast
Sum tað sær út beint nú, so er ikki ráð til nógvar yvirtøkur - so har verður neyvan farið langt innan nýggju karmarnar. Øðrvísi er við uttanríkisheimildunum. Tað sum ræður um, er at Landsstýrið ger sær púra greitt, hvat er møguligt at brúka tær til, og hvat ikki er møguligt. Tjóðveldisflokkurin og miðlarnir vilja royna at provokera støður fram, har nýggju lógirnar ikki kunnu nýtast. Til dømis sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum, í ES, í Nato, í ST o.s.fr.
So her skal hugsast væl, áðrenn lagt verður til brots.