Í summar er ein ,,Nordatlantiskur Festivalur,, í Norðurjútlandi við fjølbroyttum tiltøkum, sum millum annað fevnir um sjónleik, konsertir og listaframsýningar
Leygardagin tann 21. juni lat ein framsýning upp í Heltborg Museum í Hurup á Thy, har níggju føroynigar sýna fram málningar, grafikk og leirlist. Tey ið sýna fram eru Bárður Jákupson, Eli Smith, Sigrun Gunnarsdóttir Niclassen, Eyðun av Reyni, Beinta av Reyni, Marius Olsen, Jóna Rasmussen, Vígdis Petersen, Guðrið Poulsen.
Seinni á sumrinum luttekur Føroya Symfoniorkestur við fleiri framførslum og aðrir føroyskir tónleikabólkar.
Listaframsýningin á Heltborg Museum er opin fram til til 14. september.
MEIRA FÆST AT VITA HER!<a>