Tá umsóknarfreistin at søkja starvið sum stjóri í Landsverk var úti á middegi í gjár, hevði Samferðslumálaráðið fingið níggju umsóknir til starvið. Tað skrivar Kringvarpið.
Rúni Joensen, aðalstjóri í Samferðslumálaráðnum, upplýsir eisini fyri Kringvarpinum, at talan er um fólk úr Føroyum og aðrastaðni frá og kvinnur og menn eru millum umsøkjararnar.
Í lýsingini til starvið sæst, at stjórin verður áramálssettur í trý ár við møguleikanum at leingja starvstíðina við trimum árum aftrat. Starvið er flokkað í 39. lønarflokki sambært sáttmála millum Tænastumannafelag Landsins og Fíggjarmálaráðið.
Søkt hevur verið eftir nýggjum stjóra í Landsverk, aftaná at Evald Kjølbro varð loystur úr starvi 19. desember í fjør í samband við byggigøluna á Glasum.

Níggju fólk vilja stjórna Landsverk

