Tað er óivað fyrstu ferð, at einalæraraskúlar hava tikið seg saman at gera eitt felagstiltak sum hetta, ið røkkur yvir nakrar dagar. Hesir 9 einalærarar eru komnir at kenna hvørannan gjøgnum skeiðir, ið MMR hevur skipað fyri. Teir hava onkuntíð møtst síðan hesir skeiðir, og hava tá hildið tað verið stuttligt at gera eitt felagstiltak, har hesir skúlar fingu høvi at møtast.
Valið gjørdist ítróttardepilin á Svangaskarði. Her eru gott høvi hjá næmingunum at gera ymsan ítrótt og annað, sum børn hava hug til. Náttúran er vøkur og spennandi her. At veðrið so eisini skuldi gerast so gott við bakandi sól, ja, tað var so prikkurin.
Skúlarnir settu hvørjum øðrum stevnu mikudagin 26. apríl. Fyrsti dagurin gekk við at lata næmingarnir koma at kenna hvørannan. Ymist var á skránni m.a. ein gongutúrur út til minnisvarðan á Toftum. Hósmorgunin var gingið oman á Toftavatn. Veðrið var av tí besta, sólin stavaði og bæði lærarar og næmingar høvdu fingið rættuligt dæmi aftaná hendan sólríka gongutúr.
Kapping í frælsum ítrótti var seinnapartin hósdagin. Næmingarnir royndu seg í longdarlopi, 60 metra renning, kúluvarpi og spjótkasti. Teir fingu allir hvør sínar tíðir niðurskrivaðar á eitt heiðursbræv aftaná. Kappingin var mest kappingin móti sær sjálvum. Næmingarnir sluppu at royna seg 2-3 ferðir í somu ítrótt. Besta úrslitið var skrivað í heiðursbrævið.
Næmingarnir komu úr Sandvík, Skúvoy, Hesti, Tjørnuvík, Funningi, Funningsfirði, Mikladali, Haraldssundi og Kirkju. Tilsamans 35 næmingar. 2 foreldur vóru eisini við.
Hetta verður ikki seinasta ferðin at hesir skúlar fara at seta hvør øðrum stevnu. Einalærararnir hava longu tosað saman um at møtast aftur í heyst, helst í Suðuroy. Evnið verður skapandi arbeiði.