Nýggju eigararnir ynsktir vælkomnir til Gjáar

Mikudagin 1. september var móttøka á Gjáargarði við Gjógv í sambandi við at húsið hevur fingið nýggjar eigarar. Atlantic Airways, Greengate Incoming, Framtaksgrunnurin, og Eirik Suni Danielsen eru stovnarar av P/F Gjáargarði

Tað var hugnaligt hjá teimum, sum komu til móttøkuna, ið byrjaði á Gjáargarði mikudagin kl. 16.00. Tey vórðu m.a. møtt við horntónleiki frá leikarum í GHM, ið spældu á altanuni.

Stjórin á P/F Gjáargarði, Eirik Suni Danielsen, beyð øllum at vera vælkomin og segði frá ætlanunum við húsinum.

Í síni røðu fegnaðist bygdaráðsformaður við Gjógv, Sofus Johannesen, um at Gjáargarður nú verður brúktur til nógv ymisk endamál, og beyð hann nýggju eigarunum vælkomnum til bygdina.

Vegna Eysturoyar Ferðavinnufelag og skótadeplarnar í Kambsdali og á Selatrað, helt Kjartan Dalsgaard eisini røðu. Hann sá fyri sær nógvar møguleikar við samstarvi millum skótadeplarnar og Gjáargarð.

Eisini spældu Andrea Heindriksdóttir og Kári Bæk nøkur stykkir fyri obo og floytu, og Bjarni Lisberg spældi klavertónleik undir allari móttøkuni.

Seinni var felagssangur, og farið varð uppá gólv, tá gjáarmaðurin Jógvan Sofus Ferjá skipaði eina vísu.

Millum 250 og 300 fólk vóru til móttøkuna hendan dagin.

Stjórin í P/F Gjárargarði, Eirki Suni Danielsen, er 42 ára gamal og havnarmaður. Hann er útbúgvin húsasmiður og byggifrøðingur. Hann hevur undirvíst á timburdeildini á Tekniska Skúla í Havn og er samskipari av skeiðum hjá Skeiðsdepliunum við Marknagilsvegin. Hann spælir eisini tuba í GHM og hevur verið virkin í skótaarbeiði í Føroyum.

Saman við Atlantsflog, Greengate Incoming og Framtaksgrunnurin hevur Eirik Suni nú keypt Gjáargarð.