Í minsta lagi níggju fólk doyðu, tá eini hús í fimm hæddum rapaðu í høvuðsstaðnum í Bangla Desh, Dhaka, tíðliga í morgun. Minst 50 onnur fingu skaða. Løgreglan sigur, at fleiri fólk liggja undir húsaleivdunum enn, og tí kann vanlukkan hava kravt uppaftur fleiri mannalív.
-Tað liggja tíggjutals fólk undir leivdunum, sigur ein løgreglumaður við Reuters.
Lokalar keldur siga fyri Reuters, at húsini, sum rapaðu, vóru í sera ringum standi.