Í Indonesia er ein maður í bestu árum deyður av fuglakrími, og sambært heilsumyndugleikunum í Jakarta eru níggju fólk deyð av sjúkuni har higartil í ár.
Maðurin, sum doyði, var 37 ára gamal. Hann varð fluttur á sjúkrahús tann 24. juli við nógvum hita. Tann 29. noyddust læknarnir at leggja hann í eitt andingartól, men longu dagin eftir doyði hann. Myndugleikarnir duga ikki at siga, hvussu hann bleiv smittaður, men teir siga, at maðurin búði nærhendis einum høsnagarði.
Einki land er so meint rakt av fuglakrími sum Indonesia, og síðani 2003 eru 159 indonesar deyðir av sjúkuni. Aðrastaðni kring heimin hevur sjúkan kravt 200 mannalív í hesum sama tíðarskeiðinum, sigur WHO.










