Seinnapartin í gjár var løgreglan á ferð í Havn at kanna bilar fyri at vita um bilarnir høvdu brek ella feilir av nøkrum slagi. Her varð serliga hugsað um, at tað er bæði myrkt og kalt hesa ársins tíð og tá er vanligt, at løgreglan kannar lyktir, dekk, og annað á bilum. Tilsamans vórðu 56 bilar kannaðir í gjár, og úrslitið var, at níggju bilførarar vórðu skrivaðir upp tí at okkurt var galið við teimum.
Løgreglan sigur, at á nøkrum bilum vóru lyktir farnar, men á øðrum bilum vóru dekkini ikki eftir forskriftunum. Eitt nú vóru nýggj píkadekk á øðrum akslinum og slitin píkadekk á hinum akslinum.
Reglurnar eru tær, at hevur bilurin píkadekk, má tað í mesta vera 25 prosent á muni á, hvussu nógvir píkar eru í hvørjum dekki. Er munurin meiri enn 25 prosent, eru dekkini ólóglig.