Nýggi “risin” - og hin fjórði “risin” í røðini - hjá Hans Egili Joensen & Synum á Eiði, sum teir fingu í juni mánaða í fjør, kostar 4,3 miljónir krónur við øllum.
Tað er ein veldugur munur á hesum "risanum" og fyrsta Morris-lastbilinum, sum Hans Egil Joensen keypti, tá hann byrjaði fyritøkuna í 1959.
Morris-lastbilurin tók tvey tons og hevði ein 900 kilo stórum krana. Hinvegin er kranin á nýggjasta lastbilinum hjá fyritøkuni 110 ™., og soleiðis er hetta størsti lastbilakrani í Føroyum.
Vognurin kann dragast sundur, soleiðis at samlaða longdin verður 29 metrar. Hetta er ein spesialbilur, tí bæði krani og vognur eru so stór. Bilurin er eisini sera væl egnaður til flutning av eitt nú bátum, tí hann hevur hydraulik-armar, sum kunnu stillast og halda bátinum á vogninum á rættkjøli.
- Við øllum kostar nýggjasti bilurin, sum sjálvandi kallast Risin, 4,3 miljónir krónur, siga brøðurnir, Jóhan K. Joensen og Trygvi K. Joensen, sum Vikublaðið, sum kemur í hvørt hús mánadagin, hevur skift orð við.