Nýggjar vinnur

Oddagrein:

Tað eru tey, sum halda, at fjølmiðlarnir fokusera alt ov nógv uppá tað negativa og mála eina alt ov myrka og dapurskygda mynd av støðuni og her eisini framtíðina hjá tí føroyska samfelagnum. Tað kunnu tað uttan iva vera nógvar ymsar meiningar um. Fjølmiðlarnir hava m.a. til uppgávu at lýsa støðuna sum hon er við hvørki at undirdríva ella yvirdramatisera.

 

Hinvegin er greitt, at ein áhaldandi fokusering uppá kreppu og trupulleikar kann geva ta fatan, at einki riggar og einki ber til og kann tað hava við sær mótloysi og enn størri dapurskygni. Tað er sum við kavabóltinum, sum er farin á rull.

 

Tað finnast so sannliga eisini nógvar sólskinssøgur í samfelagnum, og tað finnast í landinum fólk, sum veruliga tora og hava neyðuga hegnið at bróta upp úr nýggjum. Dømi um hetta er júst valdi ársins leiðari, sum stendur á odda fyri eini blómandi alifyritøku, ið hevur viðgongd og sum er við til at menna hesa týðandi vinnu sum heild, ja sum bæði eggjar og mennir og gevur íblástur til onnur. Latið okkum tí eisini umrøða og fokusera uppá slík fólk, men eisini stovnar, feløg og felagsskapir, sum í sínum arbeiði so ella so arbeiða við nýskapan og menning. Besti hátturin at koma burtur úr eini kreppu ella torførari støðu er at framleiða/arbeiða seg burtur úr henni.

 

Tað finnast so eisini nógv onnur dugnalig fólk, sum arbeiða við nýskapandi vinnum her m.a. á KT økinum. Hetta eru eisini øki, sum Miðlahúsið við sínum fjølbroyttu miðlum, fer at seta fokus á komandi mánaðirnar. Bæði við at skapa neyðuga karmin, tvs. skipa fyri og bjóða fram húsið til fyrilestrar og fundir, sum so aftur kunnu geva íblástur til onnur. Nýggju tættirnir ”Vinnan” í Sosialinum og ”Vinnurásin” á Rás2 fara eisini at vera partur av hesum kveikjandi máli. Undir herrópinum ”Nýskapandi vinnur” fara vit at seta ljóskastaran á bæði fólk, fyritøkur og stovnar, sum m.a. hava til endamál at fjøltátta og menna okkara vinnulív, bæði tað verandi og tað, sum liggur fyri framman.