Nýggjar vónir til alivinnu

-Tað er alt, sum bendir á, at alivinnan fer at taka seg skjótari fram enn teir mest bjartskygdu hildu fyri einum ári síðani. Bæði ein alivinna í stórari menning og ein komandi oljuvinna kasta bjartar vónir yvir føroyska búskapin sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, sum metir alivinnuna vera fuglin í hondini og oljuvinnuna fuglin á takinum.

Aling og olja
Jan Müller
jan@sosialurin.fo


Landsstýrismaðurin í alimálum Bjarni Djurholm hevur hesa seinastu tíðina vitjað og tosað við alarar og umboð fyri alivinnuna. Eitt nú hevur hann vitjað hjá Pan Fish í Oyndarfirði fyri at hoyra teirra metingar um støðuna og framtíðar útlitini. Eftir vitjanina í Oyndarfirði í farnu viku er landsstýrismaðurin sannførdur um, at tað henda sera nógv spennandi ting í alivinnuni, og at henda vinnan er við at koma fyri seg aftur av álvara.

-Tað er alt sum bendir á, at alivinnan fer at taka seg skjótari fram enn teir mest bjartskygdu hildu fyri einum ári síðani. Í ár eru sett út meira enn 5 mill. smolt. Tað merkir, at tá hesin fiskurin kemur til tøku í 2006 og 07 verða tikin eini 20.000 tons. Og tað merkir aftur, at vit um tvey ár, í 2007 og 2008 kunnu taka eini 30.000 tons. Tað er ein ótrúligur framburður sigur landsstýrismaðurin

Hann heldur tað mest áhugaverda vera, at hóast útsetingin verður minni so bendir nógv á, at úrtøkan verður størri. Fram til fyri tveimum trimum árum síðani roknaði man við einum felli uppá 20%, tá sett varð út. Í dag vísa fyribils tøl, at fellið verður uppá 2%.

Orsøkin til hetta er tann, at vit hava fingið alivinnuna skipaða øðrvísi. Alarar sjálvir síggja týdningin av at skipa alt øðrvísi. Tað er við at henda ein hugburðsbroyting í vinnuni. Tí eru útlitini í alivinnuni eisini rættiliga bjørt, og tí kann man siga, at tá inntøkurnar eru knappar í 2006, so fer alivinnan longu at gera mun aftur í 2007.

Landsstýrismaðurin er sjálvandi harmur um, at tað skuldi ganga so galið í vinnuni og tað hugstoytta er so eisini, at fleiri duttu av í svinginum, tá alivinnan fór niður í knøini. Men tann vinnan, sum roynir at byggja seg uppaftur nú, verður munandi betri fyri enn hon var frammanundan.

-Tá norðmenn hyggja at alingini í Føroyum í dag so síggja teir í veruleikanum størri persektiv her enn teir síggja í síni egnu vinnu leggur hann aftrat.

Bjarni Djurholm, sum í dag umsitur bæði alivinnu og oljuvinnu heldur, at hetta eru í hvussu er vinnur, sum kasta bjartar vónir yvir føroyska búskapin. Nú vita vit ikki nágreiniliga so nógv um oljuvinnuna, men her kann man so hava vónir, tá hugsað verður um áhugan frá oljufeløgunum. Alivinnan sær so út til at kunna grundfestast í eini tryggari legu, enn hon var tað frammanundan. Kann vinnan geva av sær 500 til 700 ella kanska 1000 arbeiðsplass, so hevur tað sera positiva ávirkan á búskapin. Tí tað er peningur, sum kemur frá virðisøking av vørum í Føroyum. So alivinnan fer at gera inntøkurnar hjá landskassanum tryggari. Fer at geva breyð á borðið hjá mongum og fer at geva virkjum møguleikan at ekspandera.

Landsstýrismaðurin í vinnumálum, sum eisini umsitur bæði aling og olju, staðfestir tí, at í dag er alivinnan fuglurin í hondini, meðan oljuvinnan er fuglurin á takinum.

Alivinnan stóð annars fyri út við eini milliard í útflutningi fyri trimum til fýra árum síðani, áðrenn alt fór tann skeiva vegin.