Tað vakti stóran ans, tá fimm mans vóru fríkendir í býrættinum fyri at hava neyðtikið eina 25 ára gamla føroyska kvinnu eftir ein jólafrokosti í Frederiksberg tann 8. desember 2001. Dómararnir vóru kortini ikki samdir í frídømingini, og millum annað av hesi orsøk gjørdi statsadvokaturin av at royna málið við Eystara landsrætt.
Eystari landsrættur er nú liðugur at viðgera sonevnda jólafrokost-málið, sum danskir fjølmiðlar hava doypt tað.
? Landsrætturin hevur viðgjørt málið í tveir dagar í síðstu viku og tveir dagar í hesi vikuni, og seinnapartin mánadagin fellur dómurin helst, sigur Hanne Petersen, deildarleiðari í Eystara landsrætti, við Sosialin.
Mánadagin í næstu viku vera nøkur skjalprógv løgd fram, og síðan verður málevnisumrøðan, har ákæri og verji fáa høvi at siga síni síðstu orð í eini roynd at ávirka teir tríggjar landsrættardómararnar. Beint aftaná fara dómarararnir í einarúm at umráða seg, áðrenn dómurin fellur.
Merki eftir neyðtøku
Vitni, teir ákærdu og kvinnan eru avhoyrd einaferð afturat í landsrættinum, men harafturat er okkurt nýtt komið fram. Eitt nú hevur ein serlækni frá »Center for voldtægtsofre« ført fram, at tær skeinurnar, sum føroyska kvinnan hevði í undirlívinum, eru klassiskir skaðar eftir eina neyðtøku.
Kvinnulæknin Lisa Bang kannaði kvinnuna fáar tímar eftir, at hon hevði meldað neyðtøkuna og hevur skrivað í sínari frágreiðing til løgregluna, at kvinnan hevði nakrar skeinur, sum hon gjøgnum síni mongu ár sum gynækolog bara sá hjá neyðtøkuofrum.
? Eg havi ongantíð sæð slíkar skeinur hjá kvinnum, sum sjálvbodnar hava havt samlegu. Eisini sjálvt um kvinnurnar hava havt kært seg um trupulleikar. Í slíkum førum hava snuddirnir vera av øðrum slagi, segði Lisa Bang, tá hon varð avhoyrd í landsrættinum.
Teir fimm verjarnir royndu at sáa iva um útsøgnina hjá serlæknanum. Teir spurdu áhaldandi, um slíkir skaðar ikki kunnu koma fyri, hóast talan ikki er um neyðtøku. Serlæknin segði, at tað kundi hon ikki útiloka, men hon hevði ongantíð sjálv sæð tað.
Eitt nýtt mál
Útsøgnin hjá serlæknanum kom ikki fram í býrættinum, tá teir fimm menninir vóru fríkendir, og tí kann roknast við, at hon fær týdning.
Teir fimm menninir hava nevniliga viðgingið at verið saman við føroysku kvinnuni, men hava ført fram, at hon sjálvboðin gekk við til hópsamleguna, sum fór fram í einum bakgarði í Frederiksberg. Kvinnan meldaði hinvegin sjálv tilburðin til løgregluna beinanvegin.
Haraftrat kann tað eisini fáa týdning fyri málið, at síðan menninir vóru fríkendir, er ein teirra dømdur fyri hópneyðtøku móti einari heilt ungari gentu aðrastaðni í Danmark. Ta ferðini vildi maðurin eisini vera við, at gentan sjálvboðin var við í leikinum.
Samanumtikið er so mikið nógv nýtt komið fram í málinum, at tepri dómurin, sum varð sagdur í býrættinum, av álvara skinklar. Málið hevur vakt stóran ans, bæði í Føroyum og Danmark, og eitt nú kvinnuhúsið hevur ført fram, at rættarskipanin ger sær størri ómak at verja tann ákærda enn ofrið.
Hvussu verður og ikki. Dómur fellur mánadagin, og hann verður endaligur.










