Nýggjar tíðir í Tunesia

Í dag byrjar eitt nýtt tíðarskeið í teirri demokratisku tilgongdini í Tunesia, tí nú hava tríggir teir størstu flokkarnir gjørt av at skipa samgongustjórn. Tað hendir tíggju mánaðir, eftir at Zine el Abidine Ben Ali bleiv kroystur eftir at hava stýrt landinum í 23 ár.

Forsætisráðharri í nýggju stjórnini verður Hamadi Jebali, sum er úr tí hóvliga muslimska Ennahda-flokkinum, ið bleiv tann størsti á tjóðartingsvalinum fyri einum mánað síðani við 89 av teimum 217 tinglimunum.

Moncef Marzouki (myndin) úr tí republikanska flokkinum verður landsins forseti, og Mustapha Ben Jaafar úr Ettakatol-flokkinum skal standa á odda fyri nevndini, sum skal orða eina nýggja stýrisskipan.