Nýggjar tíðir í Tottenham

Tríggir útisigrar og ein heimasigur. Tað vóru úrslitini í Onglandi í dag.

Mest umrøðu fær Tottenham, sum vann 2-1 á City í Manchester. Darren Bent javnaði og skoraði sigursmálið. Robinho legði heimaliðið framum í 16. minutti. Í 26. minutti sá Gelson Fernandes hjá heimaliðnum gult fyri aðru ferð, og tað hevði stóran týdning. Stutt undan leikloki varð Richard Dunne útvístur, og harvið vóru tað bara níggju ljósabláir, tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð.

Fyri stuttum var Tottenham aftast, og tað eingin vón var fyri bjarging. Síðani Harry Redknapp loysti Juande Ramos av hevur tað gingið sum eftir ánni, og nú hevur liðið togað seg upp um strikuna.

Nicolas Anelka skoraði bæði málini, tá ið Chelsea vann 2-0 favorittsigur á útivølli í Blackburn.

Óvæntað var tað, at Middlesbrough skuldi fara úr Birmingham við 2-1 sigri á Aston Villa, sum higartil hevur staðið seg væl.

Hjá Newcastle lýsa reyðu lampurnar ikki minni eftir 2-1 tap á útivølli ímóti Fulham. Men tað er tætt í botninum: WBA hevur 11 stig, Sunderland, Newcastle, Wigan og Tottenham hava 12, West Ham og Manchester City hava 13, og Stoke, Bolton og Fulham hava 14 stig.

Toppurin: Chelsea og Liverpool 29, Arsenal 23, Manchester United 21, Aston Villa og Hull 20, Everton 18 og Middlesbrough og Portsmouth 17 stig. Manchester United og Fulham hava spælt 11 dystir og hini hava spælt 12 dystir.

 

Blackburn-Chelsea 0-2

Aston Villa-Middlesbrough 1-2

Manchester City-Tottenham 1-2

Fulham-Newcastle 2-1