Í FM kappingini, sum í hesi vikuni er á Toftum, verður telvað undir nýggjum tíðarkarmi. Talan er um broyttu ásetingarnar, sum altjóða talvsamtakið, FIDE, hevur samtykt. Broytingarnar eru gjørdar við tí fyri eyga, at niðurløgd talv ikki skulu koma upp í røkur, og ikki minst at talv og talvkappingar skulu verða meiri fjølmiðla vinarligar, siga teir, sum luttaka í FM kappingini í Tofta skúla.
Higartil hevur tað verið soleiðis, at telvararnir hava havt tveir tímar til fjøruti leikir, so ein tíma til tjúgu leikir og so ein hálvan tíma at gera talvið liðugt í. Tað vil við øðrum orðum siga, at møguleikar vóru fyri, at tað kundu fara upp til sjey tímar til eitt talv.
Nýggju ásetingarnar siga, at telvararnir hava hálvan annan tíma í part til alt talvið. Harafturat fáa teir ein hálvan minutt eyka fyri hvønn leikin, sum teir flyta. Um eitt talv er eitt nú seksti leikir, so verður samlaða tíðin fýra tímar. Tað kemur ikki ofta fyri, at tað í kappingum av tí slagnum, sum nú er á Toftum, fara so nógvir leikir til eitt talv.
Telvararnar, sum taka lut í landsliðsbólkinum hesa ferð, eru væl nøgdir við broytta tíðarkarmin. Serliga væl nøgdir eru teir við, at tað nú er møguleiki fyri at gera talvið liðugt, uttan at møguleikin fyri at tapa upp á tíð, sum tað verður nevnt, er so stórur, sum hann áður hevur verið.
Fyrsta ferðin at klokka yvirhøvur varð nýtt í talvkapping var í 1866. Tá vóru tað týskarin Adolph Andersson og eysturríkarin Wilhelm Steinitz, sum royndu seg. At tosa um serligar avmarkingar í hesi fyrstu royndini fyri næstan 140 árum síðani er í nútíðar høpi kanska burturvið. Teir høvdu til fyrstu fjøruti leikirnar fýra tímar í part! og so tveir tímar til næstu tjúgu leikirnar. Tá var møguleiki fyri fleiri ferðir at leggja talvið niður.
Síðani eru tíðaravmarkingarnar fleiri ferðir broyttar. Tíðin til hvørt talvið er vorðin alt styttri. Tað er ikki so langt síðani, at tað í FM kappingunum fyri einstaklingar var vanligt, at talvini vóru løgd niður. Nýggi tíðarkarmurin ber við sær, at hesin møguleikin nú so at siga ikki er til longur.