Nýggjar tíðir í Nólsoy

Nólsoyingar hava um vikuskiftið upplivað nakað, sum teir neyan áður hava upplivað í oynni.

Farnu dagarnar hava bæði ein hýruvognur og ein campingvognur verið í Nólsoy, og tað fekk okkara blaðmann, sum er búsitandi í Nólsoy, at spíla eyguni út og taka myndir.

Flutningurin var hýruvognum, campingvognum og øðrum akførum út í Nólsoy er blivin veruleiki, eftir at Ternan er farin at røkja farleiðina millum Havnina og Nólsoynna.

Og ja, nú skuldi eisini borið til at tikið ein hýruvogn í Havn heim í túnið í Nólsoy, um onkur kundi hugsað sær tað.