Nýggjar tíðir í FC Suðuroy

Talan verður ivaleyst um sama slag av avbjóðing sum seinast, heldur NSÍ venjarin, og Pól F. Joensen staðfestir, at hjá FC Suðuroy er tað stórur setningur at venja seg við fremstu deildina

Sunnudagin eydnaðist tað nýggja NSÍ liðnum at vinna fyrstu stigini. Tað var á heima­vølli ímóti TB. Í morgin verður NSÍ aftur á heimavølli, og enn eina ferð verður talan um mót­støðu­lið úr Suðuroy.
Kári Reynheim ásannar, at talan var um sera tætta upp-
gerð ímóti TB, og at hansara menn høvdu marginalirnar við sær.
– Í morgin verður talan um sama slag avbjóðing. So tíðliga á árinum eru øll liðini sinniliga væl fyri. Allir spælararnir rokna fram­vegis við sínum møguleika, og at liðið hjá teimum fer at standa seg væl. Soleiðis er tað hjá okkum, og soleiðis er tað eis­ini hjá FC Suðuroy.
NSÍ venjarin er sera fegin um, at tað eydnaðist at vinna ímóti TB:
– Tað ber økt sjálvsálit við sær, og tað er týdningarmikið, tí fleiri av okkara monnum hava ikki so nógvar royndir í bestu deildini.
Allir NSÍ spælararnir eru tøkir, og liðið verður tað sama, sum tað hevur verið í tveimum teim­um fyrstu umførunum.
Pól F. Joensen, venjari hjá FC Suðuroy, ásannar, at tað er øðr­vísi at vera topplið í næstbestu deild­ini og at standa seg í bestu deildini:
– Eg fegnist um, at tað hevur eydnast at spæla okkum til mál­møguleikar bæði ímóti B36 og HB. Um heilt væl hevði viljað við, so kundu vit havt fleiri stig. Í Gundadali høvdu vit risa møgu­leikar, áðrenn teir skoraðu í yvir­tíðini, og ímóti HB høvdu vit beinan­vegin stóran møguleika. So kunnu vit bara ímynda okk­um, hvussu tað hevði tikið seg upp, um vit høvdu megnað at skorað. Tað gjørdu vit ikki, og tað vísir ivaleyst munin á at spæla í 1. deild og í bestu deildini, har ferðin og trýstið eru størri.
Hjá FC Suðuroy eru allir spæl­ararnir tøkir. Jón Krosslá Poulsen hevur fyrstu umførini bara spælt seinna part av 2. hálvleiki. Tað kemst av, at hann undan kappingarbyrjan var skadd­ur í ein mánað og tískil so við og við skal koma fyri seg.