Hóast bókin um tær ikki enn er komin, vita vit so nógv nú, at allir føroyingar mugu ásanna, at hesar støðir í ríkiligt mát guldu allan blokkin. Tað var altso ikki ríkisfelagsskapurin ella heimastýrislógin, ið hetta gjørdi.
Tað nyttar ikki at tosa um blokkin, enn minni at seta sítt álit á hann. Ja, er beinleiðis villleiðandi og lívshættisligt fyri framtíðina.
Sum víst er á áður koyrdu danir tað føroyska samfelagið á heysin aftaná at Sovjetríkið datt sundur. Nú var einki at gjalda við aftur fyri blokkin.
Sanniliga verður blokkurin at hvørva. Verður hann verðandi má gjaldast fyri hann í dýrum dóma. Hetta gjald verður bara ikki at standa nakrastaðni. Fullveldi er okkara beina bjarging.
Nógv hevur verið skrivað um blokkin, men mest frá tí eina sjónarhorninum, at vit doyggja í hungri um hann hvørvur.
Men nú vita vit øll, at aftanfyri blokkin stóð Nato to USA. At so var hava nógvir føroyingar víst á báði í skrift og talu. Hetta hava danir so dult sum mansmorð. Hví kann tú so spyrja? Jú tí kom hetta upp, so var blokkurin eingin gáva, ið ríkisborgararætturin og heimastýrislógin gav okkum, men neyðarsligir válgarsbitar vit fingu tveittar, og sum vit skuldu takka fyri, meðan danir sótu við válgarinum.
Hesin válgarsbitin (blokkurin) kom eisini væl við, hjá í hvussu so er tveimum stórum flokkum. Vanligan politikk tørvaði teimum nú ikki at reka. Meir enn ríkiligt var at hava ein oddamann við góðum mussaskøði, ið kundi vísa á alt, sum viðkomandi kundi fáa úr Danmark. Allir føroyskur politikkur kom at vera har eftir, orðagorran og tað sum verri var, hóast glottar hava verið. Aftur at øllum hesum fingu hesi fólk og onnur við full gott prógv um, at føroyingar dugdu einki allar minst til at reka politikk. Har var sjón fyri søgn. Vit vóru ein serlig rasa, sum ein yrkjari gav navnið splitmenn. Hvussu ofta hevur tú ikki hoyrt: »Er hetta teir, sum skulu hava sjálvstýri, tjóðveldi og nú fullveldi, so gud náði okkum«.
Nóg mikið var við einum eiti av einum fólkastýri og einum eiti av norðurlendskum javnaðarpolitikki. Tað sum um galt var at verja válgarsbitan og logra við halanum. Verja blokkin við hond og fót og brúka hann til egnan politiskan fyrimun. Har fór øll orkan.
Vit skulu ikki brúka fortíðina til at krossfesta hvønn annan, men taka við læru av henni. Brúka hesar dýrt keyptu royndir til at byggja eitt betri og tryggari samfelag.
Hetta kann eingin gera fyri okkum, tað mugu vit sjálvi gera. Alt annað er flýggjan undan veruleikanum. Okkara orka skal ikki brúkast til at finna grundir til, at vit ikki kunnu vera blokkin fyri uttan. Øll orkan skal savnast í, at vit skulu klára okkum uttan hann. Og hetta verður alneyðugt, um vit fáa fullveldi ella ikki.
Nú nyttar ikki at sláa tosið um hernaðarstøðirnar upp í glens ella tosa um at verja Vesturevropa, og tey sum vóru ímóti hernaðarstøðunum vóru KGB agentar. Eisini hetta er farið. Jú sanniliga kunnu vit eisini her skriva: Nýggjar tíðir.
Steinbjørn B. Jacobsen









