Nýggjar reglur: Ferðafólk enda í bíðirøð uttandura í Vágum

Nýggjar reglur gera, at ferðafólk, sum koma úr Edinburg til Føroya, enda í longum bíðirøðum.

Nýggjar Schengen reglur eru settar í gildi sum viðføra, at ferðafólk, sum koma við flogfari úr einum landi, sum ikki er í Schengen samstarvinum, skulu vísa pass, sum løgreglan skal skanna. Áður hevur tað verið so, at ferðafólk frá hesum ferðamálið kundu verða biðin um at vísa pass. Men nú skulu øll gjøgnum passkontrol. 

 

 

 

Tað merkir, at tá ið Atlantic Airways flýgur úr Edinburg til Vágar koma føroyingar eins væl og útlendingar at standa í bíðirøð til passkontrol í Vágum. Hetta skal henda áðrenn traðkað verður inn í tax-free økið í Vágum. Og tey, sum hava verið í flogvøllinum í Vágum vita, at hølið áðrenn tax-free økið er lítið.

 

 

 

- Tað kann viðføra bíðirøðir og fólk koma at standa uttanfyri og bíða, sigur Árni Olsen, marknaðarleiðari hjá Atlantic. Atlantic fer at taka hetta upp við Vága floghavn á fundi í komandi viku. 

 

 

- Hetta verður ivaleyst mest aktuelt til jólatúrarnar hjá okkum, tá ið vit typiskt flyta nógv ferðafólk til og frá Edinburg, sigur Árni Olsen. 

Hann vísir á, at verður hetta ikki onkursvegna loyst á flogvøllinum, so fer Atlantic at skipa so fyri, at fólk verða biðin um at fara úr flogførunum í lítlum bólkum, so sleppast kann undan at standa uttandura og bíða. Edinburg er í løtuni einasta ferðamál hjá Atlantic, sum er uttanfyri Schengen økið og harvið verður rakt av nýggjastu reglunum. 

 

 

 

Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa fatur á Jákup Sverra Kass, stjóra á Vága Floghavn til hesa grein. In.fo fylgir tó málinum.