Komandi viku fær Føroya Pedagogfelag vitjan av kenda fyrilestrahaldaranum Mogens Seider, fyrrverandi næstformanni í Socialpædagogernes Landsforbund. Á vitjanini í Føroyum fer Mogens Seider at halda tríggjar almennar fyrilestrar umframt ein evnisdag fyri leiðarum.
Rættindi teirra menningartarnaðu
Fyrsti fundurin við Mogens Seider verður mánakvøldið, har Seider ferð at tosa um, hvørjar møguleikar vit hava fyri at skapa eitt gott lív fyri fólki við menningartarni. Eru pedagogar og mynduleikar, ið varða av økinum, nóg tilvitað um og til reiðar at virða rættindini hjá okkara menningartarnaðu medborgararum? Stóri spurningurin vit mugu seta okkum framyvir er, um vit sum samfelag eru fíggjarliga og moralskt til reiðar at raðfesta umstøður og tilboð á ein hátt, har aðaltátturin er virðingin fyri rættindunum hjá fólki við menningartarni, og har tey sjálvi virkin taka lut í avgerðum um, hvussu teirra lív skal livast.
Hesin fundurin verður mánakvøldið 15. mei kl. 19 á Verkstaðnum Vón á Argjum. Føroya Pedagogafelag og Javni skipa fyri.
Góðskumeting av sosialum arbeiði
Evnið á hinum báðum fundunum verður Góðska og dokumentatión í pedagogiskum arbeiði til gagn fyri hvønn? Her fer Mogens Seider millum annað at tosa um, at sosiala arbeiðið nú í størri mun skal mátast og góðskutryggjast.
Politikararnir seta størri fokus á øktu útreiðslurnar á sosiala økinum og vilja teir samstundis eisini vita, hvat samfelagið fær fyri pengarnar. Hetta setur onnur og nýgg krøv til tey, sum starvast innan sosiala økið. Tey skulu nú vera til reiðar at seta orð á tað, tey gera nakað ið ikki hevur verið kravt av teimum í eins stóran mun fyrr.
Fyrri fundurin um hetta evnið verður í mentanarhúsinum Atlantis í Klaksvík mikukvøldið 17. mei kl. 19. Seinni fundurin verður í Miðlahúsinum hóskvøldið 19. mei kl. 19. Báðir fundirnir verða skipaðir sum almenn kvøldaseta við spurningum, kjaki og tónleiki.
Í Atlantis verða tað Karl Martin Samuelsen, Arnfríð Lutzen og Hans Hjalti Skaale, sum standa fyri tónleikaliga íkastinum, meðan Martin Joensen og vinmenn fara at spæla nakrar sangir á kvøldsetuni í Miðlahúsinum.