Innlendismálaráðið setti í august/september síðsta ár nýggjar mannagongdir í verk í sambandi við viðgerð av umsóknum um uppihalds- og arbei?sloyvi. Jacob Vestergaard er landsstýrisma?ur í Innlendismálaráðnum, ið umsitur útlendingamál. Hann sigur, at hann ikki kann gera viðmerkingar til nakað einstakt mál, men vísir á, at tey í fjør heyst nettup broyttu mannagongdirnar í sambandi við til tess at stytta um avgrei?slutíðina.
- Hesar broytingarnar vórðu settar í verk í august/september mánaði í fjør og hava ført við sær, at viðgerðartíðin er stytt munandi. Sjálvandi vóru ávísir trupulleikar at byrja við sum førdu við sær, at summi mál drógu nakað út, sigur Jacob Vestergaard.
Helena Jacobsen segði í blaðnum í gjár, at tey høvdu kannnað gjølla, hvussu tey skuldu bera seg at í sambandi við innlating av umsókn um uppihalds- og arbeiðsloyvi til maltesaran, og at tey allastaðni fingu at vita, at umsókn og onnur viðkomandi pappírir skuldu latast danska Udlændingestyrelsen.
Men Jacob Vestergaard sigur, at tá søkt verður um arbeiðsloyvi í Føroyum, skal umsóknin latast inn í heimlandinum, og ein skal tryggja sær, at ein slík er játtað, áðrenn komið verður til Føroya.
Landsstýrismaðurin vísir á, at tá útlendingar søkja um arbeiðsloyvi í Føroyum, hava tey í Innlendismálaráðnum greiðar lógir at ganga eftir. Og hesar lógir siga millum annað, at »væsentlige beskæftigelsesmæssige hensyn« skulu takast í sambandi vi? arbeiðsloyvir til útlendingar.
Jacob Vestergaard sigur, at er ikki tørvur á arbeiðsmegi innan økið, har útlendingurin søkir starv, hava tey ikki annað val enn at mæla frá, at viðkomandi fær arbeiðsloyvi í Føroyum.










