Í hesum døgum eru 40 ár liðin síðani, at amerikumenn fyrstu ferð lendu á mánanum. Mikil ivi hevur verið um, hvørt hetta veruliga hendi ella um hetta bert var gykl fyri øllum heiminum. men nú hevur Nasa kunngjørt nakar myndir, sum skulu prógva, at ørnin veruliga lendi á mánanum. Myndirnar eru tiknar av rúmdarskipinum Lunar Reconnaissance Orbiter, og tær vísa lendingarfarið frá Apollo 11 júst har, sum Neil Armstrong og Buzz Aldrin lendu í juli 1969. Myndirnar eru tiknar millum 11. og 15. juli í ár, og Nasa kunngjørdi tær fríggjadagin.