Bláikrossur: Ungdómsdeildin hjá hesum fráhaldsfelagsskapi er farin undir eitt átak við tí endamáli at útvega fleiri limir. Átakið varir árið út, og tá verður drigið um ein I-Pod millum teir nýggju limirnar. Blá Kross Ungdómur virkar millum annað fyri, at tey ungu vísa, at tað ber til at liva eitt gott og sunt ungdómslív, uttan stimbrandi ella doyvandi evni.









