Tað er Designskolen i Kolding, ið hevur tikið stig til, og hevur hýst framsýningini í Danmark seinastu tveir mánaðirnar, og fram til 14. apríl verður høvi at síggja framsýningina í Norðurlandahúsinum. Luttakandi sniðgevar, ið eru umboðaðir á framsýningini, eru fyrrverandi næmingar á skúlanum, ella hava eitthvørt annað tilknýti til skúlan.
Í Føroyum er stórur áhugi fyri at binda og gera nýggj snið og mynstur úr teimum meira siðbundnu troyggjunum. Men fleiri av teimum lutum, ið verða sýndir fram á hesi framsýningini, fara eitt fet víðari í menningini innan binding, og bróta heilt upp úr nýggjum, bæði í mun til snið og mynstur. Ein hin mest kendi danski sniðgevin innan binding er Iben Høj, og er hon eisini umboðað á framsýningini. Hon hevur starvast hjá altjóða sniðgevum so sum Donna Karan og Marni, og hevur harumframt megnað at selt síni snið til Marc Jacobs og Calvin Klein.
Føroyar eru eisini umboðaðar á framsýningini á ymiskan hátt. Føroyski sniðgevin, Katrina í Geil, hevur útbúgving frá Designskolen i Kolding, og er ein av teimum 11 sniðgevunum, ið eru við á framsýningini. Harafturat hevur ein annar sniðgevi á framsýningini, Dorte Merete Lykke Jensen, føroyska ommu í faðirætt, og sigur seg hava fingið áhuga fyri binding haðani.