Í hesum døgum verða stór fet tikin fyri at økja um nýtsluna av grønari orku. Í desember í fjør var fyrsta skjótløðistøðin sett upp í Klaksvík, og í dag kunnger SEV, at tvær skjótløðistøðir afturat eru settar upp.
Nýggju løðistøðirnar eru settar upp við Streymin og á Tvøroyri. Løðistøðin við streymin stendur við kommunuskrivstovuna, og á Tvøroyri stendur løðistøðin við Sjógøtu, ið er nærindis Strandferðsluni.
Talan er um sonevndar Quick Charce-løðistøðir, har elbilurin verður løddur 80% upp á bert 20 minuttir. Hetta er munandi skjótari enn tað, ið gomlu løðistøðirnar megnaðu.
SEV skrivar eisini, at tríggjar løðistøðir afturat verða settar upp í næstum. Tær blíva settar upp í Havn, Vestmanna og við flogvøllin.
Nýggju løðistøðirnar eru enn ein liður í málinum hjá SEV um, at gera Føroyar óheftar av olju. Ætlanin hjá SEV er, at í 2030 skal øll orka á landi koma elorku, ið stava frá varandi orkukeldum - tað vil siga frá vatni, vindi sjóvarfalli og sólorku.