Nýggjar konsertir við Suð

Komandi vikuskifti fer kvinnukórið, Suð, á eina lítla konsertferð í Føroyum, har tær fara at framføra 17 satsir úr Messias hjá Hãndel í Havn, Toftum og Klaksvík Talan er um tríggjar konsertir. Tann fyrsta verður leygardagin 24. nov. kl. 16:00 í Vesturkirkjuni í Havnini, tann næsta í Fríðrikskirkjuni á Toftum leygarkvøldið 24. nov. kl. 19:00 og tann triðja verður sunnukvøldið 25. nov. kl. 21:00 í Christianskirkjuni í Klaksvík.

Kórsatsirnir eru útsettir til tríggjar kvinnurøddir og síðani eru nøkur resitativ og nakrar ariur. Tóra við Keldu, Steinvør Fonn, Unnur S. Fonn, Hallgerð Brim Joensen, Assa Færø og Arnfríð Lutzen vera solistar. Jóhannes Andreasen hevur klaverfylgispælið og Sunniva Østerø verður frásøgukvinna.

Suð sigur í tíðindaskrivi, at konsertin verður umleið 50 min, og at øll eru vælkomin.

Suð hevur heimasíðu:

www.sud.fo

og

www.myspace.com/sudfo