Fyrr í mánaðinum bleiv fyrrverandi ukrainski forsætisráðharrin Julia Timosjenko dømd sjey ára fongsul fyri at hava misnýtt sítt vald, tá hon sum stjórnarleiðari gjørdi ein sáttmála við Russland um gass.
Nú verður sagt, at nýggjar skuldsetingar eru á veg ímóti henni, og hesaferð snýr tað seg um fíggjarundandrátt og skattasvik frá teirri tíðini, tá hon var nevndarformaður í einum orkufelagi fyri 15 árum síðani.
Verjin hjá Julia Timosjenko sigur, at einki hald er í teimum nýggju skuldsetingunum. Sjálv hevur Timosjenko sagt, at bæði rættarmálið um valdsmisnýtslu var einki uttan politisk hevnd.