Sum skilst, broytir nýggja samtyktin hjá fiskimálaráðharrunum í ES ikki kendu hjáveiðireglurnar, men ásetir, hvussu hjáveiða skal roknast burtur av ídnaðarkvotuni annars. Fiskimálaráðharrarnir í ES samtyktu í byrjanini av hesi vikuni nýggjar reglur um hjáveiði í ídnaðarfiskiskapi. Sum skilst, broytir henda samtykt ikki kendu teknisku reglurnar fyri hesi veiði. Talan er hinvegin um, hvussu hjáveiða verður roknað burtur av kvotunum, sum skipini hava.
Broyttu reglurnar um, hvussu hjáveiða skal avroknast, er ein avleiðing av nýggju eftirlitsskipanini, sum ES samtykti fyri einum ári síðan.
Dansk Fisketitidende sigur seg ikki ítøkiliga vita, hvat nýggju reglurnar bera í sær, men Portalurin skilir, at talan er um, hvussu hjáveiða av øðrum fiskasløgum enn ídnaðarfiski skal roknast burtur av ídnaðarkvotuni.










