Nýggjar hønur á Velbastað

Við umborð á Norrønu vóru í dag 3200 øðrvísi ferðandi. Talan var um 3200 danskar hønur, sum næstu mánðarnar skulu búgva á eggvirkinum á Velbastað.

Annfinn Brekkstein og eggvirkið hansara á Velbastað tóku í dag ímóti 3200 nýggjum hønum úr Øst Timmerland í Danmark. Annfinn roknar við, at hønurnar, sum eru 15 vikur gamlar og viga upp í 1400 gram, fara at verpa um páskatíð.
- Ætlanin er, at nýggju hønurnar skulu verpa á eggvirkinum í Velbastað í 11 mánaðar, og verða tær sostatt settar út aftur í mars mánaða komandi, tá tær verða dripnar, sigur Annfinn, og leggur afturat, at hóast hann hevur fingið prógvað, at tær eru egnaðar til matnað, so hevur eggvirkið ikki umstøður at átaka sær slakt og sølu av feskum høsnakjøti sum er.
 
Vónandi yvirskot í ár
Annfinnur sigur seg fegnast um, at føroyingar hava tikið so væl ímóti eggunum frá eggvirkinum. Kortini er tað nústani í ár, at tey vænta, at framleiðslan gevur yvirskot.
- Tað hava verið nógvar útreiðslur, eisini óvæntaðar, og tí hava vit seintastu árini ligið á botnlinjuni og 2005 gav beinleiðis undirskot, sigur Annfinn Brekstein, sum samstundis væntar, at yvirskot verður í ár, um ikki okkurt heilt óvæntað hendur, sigur Annfinn Brekkstein.
- Men vit hava við livandi verur at gera, og tá er ikki so lætt at siga, hvussu fer at hilnast, sigur Annfinn Brekkstein, sum eisini vísir á, at tey hava minkað munandi um útreiðslurnar til olju, og í staðin gagnnýta innandura hitan betur.
 
Fuglakrím ongin vandi
Sambært Peter Østergaard, sum er deildarleiðari fyri Fiska- og djórasjúkudeildini, á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, er ongin vandi fyri, at hønurnar á Velbastað eru smittaðar við fuglakrími. Hann greiðir frá, at virkið hevur fingið øll tey neyðugu loyvini frá teimum, og at trygdarkrøvini í Danmark og EU eru somikið strong, at tað snøgt sagt er ógjørligt, at hønurnar eru smittaðar.
- Ongin tilburður av fuglakrími er staðfestur í økinum haðani hønurnar stava, og tær eru eisini kannaðar, tá tær enn vóru í Danmark, sigur Peter Østergaard, og hann sigur víðari, at:
- Trygdarkrøvini her í landinum eru eisini somikið strong, at bilurin við hønunum fer beinleiðis av Norrønu til Velbaðstaðar, uttan um vanliga tolleftirlitið, sigur Peter Østergaard, sum eisini vísir á, at reinførið og mannagongdirnar á eggvirkinum á Velbastað fyribyrgja smittu at koma inn í húsið.