Tórshavnar kommuna fer nú undir at víðka um tær mongu lendisgøtur, ið eru kring høvuðsstaðin. Tað bleiv avgjørt á býráðsfundi hóskvøldið.
Samtykt er at halda fram við gøtuni við Sandá og gera eina nýggja lendisgøtu við Villingardalsfoss. Tað boðar høvuðsstaðarkommunan frá á heimasíðu sínari.
Tilsamans er talan um at gera lendisgøtur fyri 3,5 milliónir krónur, harav meginparturin fer til gøtuna framvið Sandá. Upplýst verður, at 3 milliónir krónur blivu játtaðar til tí gøtuna í 2018 og er nakað av arbeiðinum longu gjørt.
Hin gøtan verður mett at kostað umleið hálva millión krónur og fevnir tað um teinin frá gomlu vatnbrunnunum og yvir til ánna í Villingardali.

Nýggjar gøtur fyri 3,5 milliónir












