Nýggjar fløgur á veg

Fløgan hjá Jørgin Dahl verður at fáa til keyps leygardagin. Framleiðslufeilur var á fyrsta upplagnum

Seinasta fríggjadag var almenni útgávudagurin av nýggju fløguni hjá Jørgini Dahl, men eitt óheppið mistak í fløguframleiðsluni hevur havt við sær, at fløgan ikki enn er sett til sølu kring landið.

Hon hevur verið at fingið í handlinum hjá Tutl í Havn, men fólk hava fingið at vita, at tey kunnu býta fløguna umaftur, tá nýggja sendingin kemur

Plátufelagið Tutl hevur gjørt framleiðarn varugan við mistakið, og nú eru nýggjar fløgur á veg til Føroya.

Kristian Blak kundi í gjár ikki siga við vissu, nær nýggju fløgurnar koma til landið, men leygardagin verða tær í øllum førðum at fáa. Tá verða teir eisini beinanvegin sendar kring landið.

? Hetta var stórt spell, men eg óttist ikki fyri, at sølan verður nakað serligt ávirkað av hesum. Áhugin fyri fløguni er stórur kring landið, so nú ræður tað bara um hjá okkum at fáa hana til landið sum skjótast, sigur Kristian Blak.

Lost Pilgrims hjá Jørgin Dahl er fyrsta soloútgávan hjá honum, og ummælini av fløguni hava verið góð.