Nýggjar egningarskúrar í heyst

Í eina tíð hevur verið arbeitt við at bróta teir gomlu egningarskúrarnar niður, saman við m.a. Toppakkhúsinum fyri at gera økið klárt til nýggju egningarskúrarnar.

Arbeiðið at stoypa grundina er komið væl áleiðis. Tað er Erik Heinesen úr Bø, ið stendur fyri hesum arbeiði. Hann væntar at vera komin somikið væl áleiðis í næstu viku, at farast kann undir at smíða. Berg Rasmussen, byggimeistari, hevur fingið heildartilboðið av nýggju skúrunum, og skal hann sjálvur smíða.
- Enn er óvist nær skúrarnir verða lidnir og kunnu takast í brúk. Væntandi verður tað í oktober ella november, verður upplýst úr Sørvágs kommunu.