Nýggjar dekkreglur

Í fjør skuldu liðini koyra eina heila formel 1 koyring uttan at skifta dekk. Hetta hevði nakrar óhepnar fylgir, serliga í Indianapolis, har Michelin ikki megnaði at gera eitt dekk, ið kláraði at halda alla koyringina.


 Sostatt vóru tað bert Bridgestones liðini, ið luttóku. Hetta er uttan iva ein av høvuðsorsøkunum til at reglugerðin verður broytt. og í ár er aftur loyvt at skifta dekk.
Michelin hevur harumframt boðað frá, at verksmiðjan ikki ætlar sær at halda fram í formel 1. Hetta er tí seinasta kappingarár hjá dekkverksmiðjuni, ið vann allar koyringarnar í 2005, uttan tí í Indianapolis. Broytta reglugerðin blandar eisini dekk kortini av nýggjum, og áðrenn kappingarárið er ringt at meta um, hvussu jøvn kappingin á hesum øki verður.
Í fjør koyrdu einans Ferrari, Jordan og Minardi á Bridgestone, men í ár eru Toyota og Williams eisini millum Bridgestone liðini. Hetta skumpar sjálvandi eisini undir menningina.
 

nud