Nýggjar bøkur til børnini

Í hesum døgum gevur Bókadeildin hjá Føroya Lærarafelag út fleiri bøkur fyri tey minstu.

Í fyrstu syftu er talan um tvær bøkur, ið børnini lætt og einfalt kunnu hava við sær. Heitið á hesum bókum er: Djór og Litir.

Hesar bøkur venda sær til tey smæstu okkara, og tað ger Talbókin somuleiðis. Hetta er ein klaffabók, við 80 slíkum at lyfta upp.

Til tey eitt sindur eldru børnini – tey 4 til 7 ára gomlu – er ein nýggj bók um Álv komin út. Henda ber heitið Álvur við STYRKI-posanum, og er henda tann 25. í røðini.

Og fyri tey uppaftur eldri enn hesi er Galdiator-drongurin 3 og 4 eisini komin út. Tær báðar fyrru bøkurnar komu út í november í fjør, og nú eru tær seinastu komnar.